Home » Skugganna land by Annfinnur í Skála
Skugganna land Annfinnur í Skála

Skugganna land

Annfinnur í Skála

Published 2012
ISBN :
Paperback
554 pages
Enter the sum

 About the Book 

Tey stóðu rødd og hugdu hvørt at øðrum. Har hellismunnin hevði verið, stóð nú stórur steinur. Kjartan fór yvir til hansara at kanna hann. Steinurin var sum feldur inn í hinar. Hann hevði ikki fingið stungið knívsblað inn í rivuna, har hellismunninMoreTey stóðu rødd og hugdu hvørt at øðrum. Har hellismunnin hevði verið, stóð nú stórur steinur. Kjartan fór yvir til hansara at kanna hann. Steinurin var sum feldur inn í hinar. Hann hevði ikki fingið stungið knívsblað inn í rivuna, har hellismunnin hevði verið.Tey skiltu einki, tí ikki bara var leiðin heimaftur horvin, men alt í einum var tíðin eisini broytt, nú var seinnapartur. Tey sóu sólarglæmuna roða á fjøllini eystanfyri. Tað mátti vera eystanfyri, ha? Framman fyri tey var landslagið knappliga fullkomiliga broytt, og fjøllini vóru skógvaksin!– Hvar eru vit? Eru vit alt í einum flutt til Noregs ella Svøríkis? spurdi Hallbera bleik.Skugganna land er stytt og endurskoðað útgáva av teimum báðum bókunum Hjá dvörgum í Niðafjöll­um og Ferðin til Zambora, sum Annfinnur fekk bókmentaheiðursløn M.A. Jacobsens fyri í 2001.